Spenningur í Miðeystri

Spenningur í Miðeystri
Ísrael svaraði í nátt aftur við rakettálopum yvir Gaza-geiran.
 
29.06.2014 - 10:00

Ísraelsk herðnaðar flogør kastaðu í gjárkvøldið rakettir yvir Gaza-geiran. Hetta vátta talsfólk fyri ísraelska herðin.

Hetta hendir sum aftursvar uppá raketálop, sum  seinastu dagarnar eru komin úr Gaza. Sambært ísraelska herðinum eru 23 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza seinastu tvær vikurnar.

Spenningurin millum ísraelar og palestinar hevur verið stórur síðan 13. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar hvurvu á Vestara Áarbakka. Sambært keldum í Palestina drupu ísraelskir herðmenn tveir palestinskar menn, meðan teir leitaðu eftir horvnu tannáringunum. Ísrael sigur, at mann vil bæði finna tannáringarnar og vikna um Hamas, sum er undir illgruna fyri at hava tikið tannáringarnar til gíslar. Palestinski forsætisráðharrin, Mahmoud Abbars, hevur tikið frástøðu frá gíslatøkuni. 

Enn eru ongar fráboðanir komnar um, um nakar doyði av raketálopunum í nátt.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454