Klaksvíkar býráð vitjar í Orknoyggjum

Klaksvíkar býráð vitjar í Orknoyggjum
TÍÐINDASKRIV: Umboð fyri Klaksvíkar býráð eru á vitjan í Orknoyggjum. Endamálið er at knýta samband millum Klaksvík og høvuðstaðin Kirkwall.
 
29.06.2014 - 10:52

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur havt framløgu fyri Orkney Island Council um, hvussu býráðið virkar fyri trivnaði og menning í Klaksvíkar kommunu. Somuleiðis hevur Jóannes V. Hansen, sendimaður, havt framløgu um stjórnmál og býtið millum land og kommunu í Føroyum.

Harumframt hevur býráðið havt fund við umboð fyri European Marine Energy Centre, Nordic Studies Centre og Visit Scotland. Eisini hevur býráðið kunnað seg um royndirnar hjá Orknoyggjum við cruise-skipum.

“Klaksvík og Kirkwall hava nógv til felags og kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Tað hevur týdning at kunna seg um, hvussu aðrir býir leggja síni viðurskifti til rættis, og býráðið hevur fingið mong góð hugskot við sær í skjáttuna”, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860