Makrelsemjan í skotska valstríðnum

Makrelsemjan í skotska valstríðnum
Skotar fáa eisini fyrimun av avtaluni, sum er gjørd millum ES og Føroyar um makrelin, sigur bretski fiskimálaráðharrin
Richard Lochhead er fiskimálaráðharri í Skotlandi
 
03.07.2014 - 10:35

Makrelsemjan millum Føroyar og ES verður nú óbeinleiðis drigin upp í valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Skotlandi í heyst.

Richard Lochhead, fiskimálaráðharri i í Skotlandi, og bretski starvbróðirin, George Eustice, eru ójavnir á máli um, hvør kós fer at tryggja skotsku fiskivinnuna best. Teir hava báðir svarað einum brævi frá skotska fiskimannafelagnum, sum bað ráðharrarnar um viðmerkingar til sjálvstýrismálið. 

Sjálvstýri einasta gongda leiðin

Richard Lochhead sigur, at sjálvstýrisleiðin er einasta gongda leið at tryggja kvotur og fiskiídnaðin í Skotlandi í framtíðini.

George Eustice sigur hinvegin, at Skotland sum partur av einum av størstu limalondunum í ES, hevur havt fyrimunir, og at bretskir ráðharrar gjøgnum ES m.a. hava verið við til at gera avtalu við Noreg og Føroyar um makrelfiskiskapin, sum eisini fær týdning fyri skotar.

Richard Lochhead sigur tvørturímóti, at bretska avgerðin um, at ES-fiskivinnupolitikkurin eisini skal fata um Skotland, hevur verið til óbótaligan skaða fyri skotsku fiskivinnuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776