Tað verður Keflavík

Tað verður Keflavík
Atlantic Airways fær ikki svar úr Íslandi. Seinasta ferðin til Reykjavíkar verður 22.august. Airbussurin fer til Keflavíkar
Samferðslumyndugleikarnir í íslandi hava framvegis ikki avgjørt, um føroyski Airbussurin kann flúgva til Reykjavíkar
 
08.07.2014 - 11:38

Um hálvan annað mánað gevst Atlantic Airways at flúgva til Reykjavíkar.

Eftir 22.august verður flogið til Keflavíkar, tí Airbus flogførini sleppa ikki at seta seg í Reykjavík.

Seinasta British Aerospace flogfarið fer úr flotanum hjá Atlantic Airways í august. 

Hesi flogførini hava undantaksloyvi til at seta seg í Reykjavík. Tey eru eisini størstu flogfør, sum sleppa at brúka vøllin regluliga. 

Tað er ikki eydnast Atlantic Airways at fáa loyvi frá myndugleikunum í Íslandi at brúka Airbus flogførini í Reykjavík.

Vænta fleiri feløg

Flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgvingina. Men rutuflúgvingin millum Ísland og Føroyar og Ísland og Grønland hevur tó altíð havt innivist í Reykjavík.    

Ein orsøk til, at Atlantic Airways ikki hevur fingið loyvi at flúgva til Reykjavíkar við Airbus, er óvissan um framtíðina hjá flogvøllinum í Reykjavík. 

Ein onnur orsøk er, at myndugleikarnir stúra fyri umsóknum frá øðrum flogfeløgum, sum vilja sleppa at flúgva millum Reykjavík og útheimin við líka stórum flogførum sum Atlantic Airways, um føroyska felagið fær loyvi.

Myndugleikarnir stúra eisini fyri at missa undantaksloyvið hjá flogvøllinum í Reykjavík í sambandi við at leita eftir vápnum hjá ferðafólkunum, sum ferðast innanlands.

Tað kann hugsast, at flogvøllurin missir hetta undantaksloyvið, um flogvøllurin eisini skal avgreiða ferðafólk, sum koma úr øðrum londum ella fara til onnur lond, skrivar heimasíðan visir.is.

Tá kann verða kravt av flogvøllinum, at leitað verður eftir vápnum á øllum ferðafólkum. 

Svara ikki

Í gjár skrivaði visir.is, at samferðslumyndugleikarnir í Íslandi kanna framvegis, um Airbus flogførini hjá Atlantic Airways sleppa at brúka flogvøllin í Reykjavík.

Sum støðan er nú, verður seinasta ferðin hjá Atlantic Airways til Reykjavíkar fríggjadagin 22.august, sigur Jørgen Holme, stjori í Atlantic Airways, við vísir.is.

Men næsta vár ætlar Atlantic Airways at útvega sær minni flogfar til millum annað Íslandsflúgvingina.   

Hjá teimum ferðafólkum, sum skulu til Íslands, hevur flogvøllurin í Reykjavík tann fyrimun, at hann er í miðbýnum.

Flogvøllurin í Keflavík er hálvthundrað kilometrar frá Reykjavík. Hjá teimum, sum skulu víðari til eitt nú USA, er fyrimunur at flúgva til Keflavíkar úr Føroyum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179