Einki funnið við Pollin

Einki funnið við Pollin
Løgreglan hevur seinastu tveir dagarnar leitað við Pollin í Saksun eftir, at ein maður, sum var á floti, fekk eina hosu á húkin.
 
12.07.2014 - 12:07

Har, sum leitað verður, er so djúpt, at ikki ber til senda kavarar niður. Tí er ætlanin at brúka eitt myndatól at leita við á botninum. 

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at ætlanin er at kanna, um til ber at taka leitingina upp aftur í dag.  

Einki fólk er horvið seinastu tíðina. Í so máta er tí eingin ábending um, hví maðurin, sum var á floti í Saksun, fekk eina hosu á húkin.

Sambært tí, sum politiið hevur fingið at vita, helt maðurin seg hava fingið ein kalva, tí so nógv stóð á. Men so loysnaði og tá húkurin kom upp, var hosan á honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532