Sildberin klárur í august

Sildberin klárur í august
Nýggi Sildberin, sum skal sigla millum Sand og Skúvoy, verður klárur fyrrapartin í august
 
12.07.2014 - 12:55

Í næstu viku fer strandafaraskipið Skúvoy, sum er gamli Sildberin, til Klaksvíkar.

Har skal ymiskt takast úr honum og setast í nýggja Sildberan.

Nýggi Sildberin fer at sigla millum Sand og Skúvoy í fyrru helvt av august.

Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi fara í siglingina í mai, so varð sagt seinnapartin í juli, men tað er nú vorðið til fyrrapartin í august. 

Tá Skúvoy verður løgd, røkir Súlan einsamøll Skúvoyarsiglingina til Sildberin er liðugur.

Nú flytur Skúvoy ferðafólk og Súlan farmin til Skúvoynna.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377