Bjartskygd ólavsøkurøða

Bjartskygd ólavsøkurøða
Gongdin er vend, sigur løgmaður
 
29.07.2014 - 13:46

 

Gongdin er vend, og brotasjógvarnir hava lagt seg, segði løgmaður um samfelagsgongdina í røðu síni til løgtingið, ið var sett fyri løtu síðani.

Bjartskygni sítt hevur løgmaður í, at bruttotjóðarúrtøkan vaks fimm prosent í fjør og at inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi vóru 12 prosent hægri fyrra hálvár enn somu tíð í fjør.

Samstundis eru ábendingar um, at útflutningurin aftur í ár fer at seta met, tí samlaða íkastið frá alivinnuni, uppsjóvarvinnuni og fjarfiskiflotanum ongantíð hevur verið størri segði løgmaður.

Hóast búskaparligu framgongdina er framvegis hall á fíggjarlógini, og Kaj Leo Holm Johannesen tók uppaftur í røðu síni, at samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur í 2016.

Og við verandi búskapargongd heldur løgmaður, at útlit eru til, at javnvágin verður rokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450