Sýslumaður meldað Sea Shepherd til løgregluna

Sýslumaður meldað Sea Shepherd til løgregluna
Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, hevur meldað Sea Shepherd, tí felagsskapurin rak eina grind í Haraldssundi til havs í gjár
Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, hevur nú meldað Sea Shepherd til løgregluna fyri brot á grindareglugerðina, tí felagsskapurin rak eina grind í Haraldssundi til havs mikudagin

31.07.2014 - 09:47

- Sea Shepherd hevur tikið sýslumannin og grindaformenn av ræði. Tí havi eg nú meldað Sea Shepherd, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum í samrøðu við útvarpið.

Tað fer ikki ótalað aftur við borðinum, at fólk frá felagsskapinum Sea Shepherd róku eina grind, ið lá í Haraldssundi í gjár, til havs aftur. Sýslumaðurin í økinum tekur nú sakina í egnar hendur og hevur meldað felagsskapin.

Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, hevur meldað Sea Shepherd, tí hann heldur, at felagsskapurin hevur brotið grindareglugerðina, har ásetingar um rakstur av grind eru lýstar.

Sýslumaður: - Løgreglan fekk einki gjørt

Sýslumaðurin í Norðoyggjum sigur, at løgreglan ikki fekk forðað felagsskapinum Sea Shepherd at reka grindina til havs, tí løgreglan ikki hevði bát til taks, tá fólk frá Sea Shepherd róku grindina út aftur.

- Teir (Sea Shepherd, red.) róku grindina norður ígjøgnum Haraldssund, og grindin gekk so mikið skjótt, at grindin eisini kavaði, sigur Karl Johansen við útvarpið.

Fólkini frá Sea Shepherd vóru í skjóttgangandi báti, meðan løgreglan ikki hevði bát tøkan í økinum. Tí var ikki so nógv at gera, sigur sýslumaðurin í Norðoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985