Royndarkoyra nýggja uppsjóvarvirkið

Royndarkoyra nýggja uppsjóvarvirkið
 
10.08.2014 - 13:29

Royndarkoyringar av maskinunum á spildurnýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði í gjár eydnaðust væl. Tað sigur Jóhan Páll Joensen, sum er stjóri á virkinum. 

"Tað hevði stóran týdning at royndarkoyringarnar gingu væl, tí tað hevur við sær, at tíðarætlanin hjá okkum heldur, og at virkið kann byrja at virka fisk í næstu viku", sigur stjórin.

Maskinaríið hjá virkinum, sum millum annað vigar, reinsar, sker og pakkar fiskin, er sera stórt. Í royndarkoyringunum í gjár var fiskur spakuliga koyrdur ígjøgnum maskinurnar, og nakrar eftirjusteringar skulu gerast.  

Ætlanin er at Pelagos skal taka ímóti 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og virkið megnar at taka ímóti 650 tonsum um samdøgrið. Byrjað verður við at framleiða heilfrystan makrel. 

Tørvur verður á 70-80 fólkum til at arbeiða á virkinum, og stórur áhugi hevur verið fyri størvunum, tí virkið hevur fingið einar 130 umsóknir, sambært stjóranum.

Ætlanin er at seta fólk í næstu viku, sigur Jóhan Páll Joensen. 

Pelagos hevur kostað góðar 220 milliónir kr. at byggja.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595