Knívur funnin - kann vera morðvápnið

Knívur funnin - kann vera morðvápnið
Løgreglan hevur funnið ein knív í húsunum í Hvalba, har ein 36 ára gamal maður varð funnin myrdur leygardagin. Talan kann vera um morðvápnið
Løgreglan hevur funnið ein knív í hesum húsunum í Hvalba, har 36 ára gamli Hjalmar Holm varð funnin myrdur leygardagin. Talan kann vera um morðvápnið, men fyrst mugu fleiri kanningar gerast
Mynd: KvF  
 
14.08.2014 - 12:42

<p>Knívurin, ið varð funnin í húsunum í Hvalba, kann vera brúktur í drápsmálinum. Fyrst mugu fleiri tekniskar kanningar gerast, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni.</p>

<p>- Um hetta er knívurin, ið varð brúktur, kunnu vit ikki siga nakað um enn. Tað mugu tekniskar kanningar vísa, og tað tekur drúgva tíð, sigur Jón Klein Olsen við útvarpið.</p>

<p>Knívurin, ið løgreglan nú fer at kanna nærri, varð funnin í húsinum í Hvalba, har 36 ára gamli Hjalmar Holm varð funnin myrdur leygardagin í seinastu viku.</p>

<p>Ein 23 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í Føroya rætti sunnudagin varðhaldsfongslaður til 5. september, skuldsettur fyri at hava dripið 36 ára gamla mannin.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974