Strandferðslan noyðist aftur at fáa eykajáttan

Strandferðslan noyðist aftur at fáa eykajáttan
Fíggjarleiðarin er koyrdur til hús, og hann hevur fingið hoyringarskriv um uppsøgn
 
21.08.2014 - 13:17

Strandfaraskip Landsins brúkar framvegis meira pening, enn løgtingið hevur játtað, og tí er ein umbøn um eykajáttan á veg.

Hálvársroknskapurin hjá stovninum vísir, at hallið er góðar tríggjar milliónir krónur, og verður tað gongdin alt árið, verður meirnýtslan einar seks milliónir krónur, verða tiltøk ikki sett í verk.

Strandfaraskip Landsins høvdu meira enn fýra milliónir krónur í heimildarleysari meirnýtslu í fjør, og stórt rumbul stóðst av hesum. Stjórin varð koyrdur til hús, fíggjarleiðarin fekk ávaring fyri at hava boðað løgtingsins fíggjarnevnd frá óskilinum uttan um stjóran og Vinnumálaráðið, og endin varð, at landsstýrismálanevndin setti eina kanning í verk av Johan Dahl og hansara handfaring av málinum.

Fíggjarleiðarin koyrdur til hús

Játtanin til Strandferðsluna í ár er at kalla tann sama sum í fjør, og nú árið er meira enn hálvrunnið, er greitt, at játtanin heldur ikki røkkur í ár.

Nýggi stjórin á strandferðsluni, Hilmar Eliasen, hevur eisini tikið enn eitt stig móti fíggjarleiðaranum, sum hevur fingið hoyringarskriv um uppsøgn. Fíggjarleiðarin er sendur til hús.

Landsstýrismálanevndin er ikki komin á mál at kanna Johan Dahl, landsstýrismann, sum í næstai mánaði helst noyðist í løgtingið eftir meira peningi til Strandferðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376