Formaðurin ger av um samsýningin skal rindast

Formaðurin ger av um samsýningin skal rindast
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at hinir limirnir í formansskapinum hava einki við rokningina frá Anfinni V. Hansen at gera
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tekur einsamallur avgerðina um rokningina
 
21.08.2014 - 15:47

Tað er løgtingsformaðurin einsamallur, sum ger av, um tingið skal rinda samsýningina, Anfinn Vitalis Hansen krevur fyri tíðina, ið hann sat sum kanningarstjóri, áðrenn hann noyddist at leggja frá sær, tí rumbul tók seg upp um ógegni.

Tað váttar Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fyri útvarpinum.

Í gjár kom fram, at hinir í formansskapinum - Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu - ikki góðtaka rokningina, og allir vísa teir til vantandi habilietin hjá advokatinum, og at hann sjálvur átti at havt boðað frá sínum ógegni beinan vegin.

Hava einki við málið at gera

Jógvan á Lakjuni sigur, at hinir limirnir í formansskapinum einki hava við málið at gera, og at tað er hann, sum skal gera av, hvat nú skal henda.

Spurdur, um hann ætlar at fáa staðfest á røttum stað, um Anfinn Vitalis Hansen sambært reglunum var ógegnigur, sigur løgtingsformaðurin, at hann hevur onga viðmerking yvirhøvur.

Tað einasta, Jógvan á Lakjuni vil siga, er, at hann nú viðger málið saman við skrivstovuni hjá løgtinginum, men hann ikki veit at siga, nær komið verður til nakra niðurstøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985