Ber til at siga hvør eigur atkvøðuna

Ber til at siga hvør eigur atkvøðuna
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sigur, at valstøðini eru alt ov smá. Hann fer at spyrja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um málið
 
09.09.2014 - 08:44

Valstøðini til løgtings- og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum á tingfundinum í morgin fer at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, munnligan fyrispurning um málið.

Helgi Abrahamsen hevur fyrr reist spurningin, um landsstýrið ætlar at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrið heldur vera hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. 

Nú spyr Helgi Abrahamsen, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við málið fyri næsta løgtings- og fólkatingsval, sum verða í seinasta lagi um eitt ár. Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum kunnu verða taldar saman við einum størri valstaði. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717