Munurin millum stjórn og andstøðu minkar

Munurin millum stjórn og andstøðu minkar
Ríkisdagsval verður í Svøríki sunnudagin, og nú eru minni enn fimm prosentstig á muni millum andstøðuna og stjórnarflokkarnar
Fredrik Reinfeld hevur verið forsætisráðharri í Svøríki seinastu átta árini
 
09.09.2014 - 14:09

Svenska ríkisdagsvalið verður eftir øllum at døma meira spennandi enn tekin hava verið um.

Reyðgrøna andstøðan, Javnaðarflokkurin, Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin hava hevur ligið greitt á odda í meiningakanningunum alt summar, men nú valið nærkast, er vent í holuni.

Seinasta meningakanningin vísir, at nú eru minni enn fimm prosentstig á muni ímillum andstøðuna og samgonguflokkarnar. Ikki síðani í 2012 hevur munurin verið so lítil. Fyri einari viku síðani var munurin 10 prosentstig.

Valeygleiðarar siga seg nú vera í iva um, um tað fer at bera til hjá Javnaðarflokkinum at vinna valið. Og samstundir hevur flokkurin hjá Fredrik Reinfeld, forsætisráðharra, Moderatarna, fingið vónina aftur um at vinna valið.

Báðir kláraðu seg væl

Um vikuskiftið var orðaskifti í svenska sjónvarpinum ímillum Fredrik Reinfeld og formannin í Javnaðarflokkinum, Stefan Løfven. Eygleiðarar mettu teir at standa seg eins væl, við einum lítlum fyrimuni til Løfven.

Sambært seinastu kanningini fáa andstøðuflokkarnir 46,3 prosent av atkvøðunum og samgonguflokkarnir 41,3 prosent. Fýra flokkar mynda svensku stjórnina.

Svenska ríkisdagsvalið verður sunnudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221