Kjak um handilssambond og moral

Kjak um handilssambond og moral
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vera í sjónvarpsstovuni
 
09.09.2014 - 16:38

Tað vakti ans, tá tað frættist, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fríggjadagin var á veg til Russlands at tryggja okkum útflutningsrættindi, eftir at Russland setti innflutningsbann á vørur úr ES, Noregi og USA fyri góðum mánaði síðani. 

Støðan millum Russland og vesturheimin hevur ikki verið so spent síðani kalda kríggið, í kjalarvørrinum av kreppuni í Ukraina. Og samstundis sum løgmaður var í Moskva, var Nato-toppfundur í Wales.

Kjakið eftir Dag og Viku í kvøld verður um altjóða handilssambond, moral - og ikki minst timing.

Í sjónvarpsstovuni vera Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Liljan Weihe er vertur.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470