Kanna dálking undir aliringum

Kanna dálking undir aliringum
Tað er greitt, at undir aliringum kann vera illa dálkað, og dálkingin kann hava stóra ávirkan á botndjór
 
20.09.2014 - 10:18

Hinvegin veit Umhvørvisstovan ikki, hvussu aling ávirkar hummara í einum firði.

Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi til ali-umsitingina á Heilsufrøðilgu Starvsstovuni, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði, nú P/f Bakkafrost Farming hevur søkt um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði.

Umhvørvisstovcan metir tað vera skilagott at flyta alingina longri út á fjørðin, har sjógv-útskiftið er størri. Orsøkin er, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. 

Óheppið

Umhvørvisstovan hevur samstundis mælt til, at aliøkið innari á fjørðinum verður strikað, um alingin verður flutt longri út. Umhvørvisstovan hevur áður víst á tað óhepna í, at allir firðir og sund verða lagdir út til aling.

Umhvørvisstovan hevur mælt til, at umfatandi metingar verða gjørdar av møguligari ávirkan frá alingini á umhvørvi og vistskipanir.

Umhvørvisstovan sigur seg ikki vita, hvussu dálkingarstøðan á nýggju staðsetingini á Árnafirði er. Tí er ilt at meta um, hvørt økið er væl egnað til aling, stendur í hoyringarskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952