- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeivi spurningurin

Leygardagurin var einastandandi góður. Sum flest onnur tók eg av kjansinum at sleppa mær útum fyrsta góðveðursdagin í ár. Og eitt sindur kom burtúr úr, hóast nógvar uppgávur vóru í at velja.

Síðani vit fóru undir Mælt so hevur leygardagurin verið merktur av at sendingin melur í heysinum á mær. Upplivingin, fyrireikingin og ikki minst gestirnir og samrøðurnar. Tað sum mól mest í heysinum á mær leygardagin var ein partur av samrøðuni við Hanus Hansen. Tí fríggjakvøldið ivaðist eg ikki í, at eg hevði spurt tann skeiva spurningin.

Men meðan hønur og dunnur runnu undan, tí eg gekk og kleyraði teirra megin hegnið, so fór eg at ivast í um tað var tann skeivi spurningurin hóast alt. Eg spurdi Hanus Hansen, hvussu hann hevði tað við at vera róptur fyri strámann og eg visti, at hann fór at brúka eina løtu at svara spurninginum. Men eg spurdi hann anyway!

Og tað var tað eg ivaðist í. Eg ivaðist í um tað var rætt at spyrja ein spurning, sum eg visti fór at taka eina løtu at svara. Eg ivaðist ikki í, at tað var rætt at spyrja spurningin, men í longdini á svarinum. Og tað er eisini viðkomandi at hugsa um, hvar svarið ferð og hvussu langt tað verður. Tí eg veit sjálvandi at ein samrøða skal ikki vera longur enn eitt vist. Verður hon tað, so kann koma í vanda og tað er jú ikki gott.

Og eg haldi ikki at tað var skeivt at spyrja spurningin. Tí tað er bæði rætt, rímiligt og áhugavert at hoyra Hanus Hansen svara uppá, hvussu hann hevur tað við at vera róptur strámaður. So kann mann sjálvandi spyrja um ikki onkur annar spurningur átti at verið óspurdur...

Vit hava havt vitjan í Mælt av Lenu, Eivør og countrykonginum Halli Joensen. Øll trý hava tey verið ein stór uppliving. Sum artistar, sum menniskju. Øll trý eru tey ein inspiratión til okkum onnur, hvussu langt man kann røkka um man vil. Í annaðkvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, sum eigur pallin. Guðrið hevur givið tríggjar fløgur út og nú eigur hon tað, sum tónleikarar tráa eftir. Hon hevur sítt ljóð.

Summi menniskju duga væl at kynda undir samfelagskjakið og av og á eisini at kitla innara svínhundin hjá okkum øllum. Tað er eitt kynstur og kanska ikki so lætt, sum tað tykist. Eg havi boðið Ólavi í Beiti innar í sjónvarpsstovuna at tosa um hansara eyðkendu eginleikar á tí økinum, men eg haldi ikki hann torir.

Well, nú skínur sólin aftur og vit gera klárt. Jón Bjarnason ger eisini klárt. Klárt til OL. Eitt sum eyðkennir Jón Bjarnason er, at hann torir og hann stendur inni fyri tí hann trýr uppá.

Spennandi! Eisini um eg spyrji rætta spurningin.