Naddoddur liggur norðan fyri Hetland

Naddoddur liggur norðan fyri Hetland
Seksaringurin hevur siglt í eitt samdøgur
Myndin er frá tiltakinum, ið varð hildið í SALT, áðrenn Naddoddur legði leiðina móti Norra.
 
25.08.2024 - 16:19

Tað stendur væl til umborð á seksaringinum, Naddoddi, nú báturin hevur siglt í eitt samdøgur.

Báturin er í løtuni staddur nakað norðan fyri Hetland, sigur Bergur Jacobsen, formaður í bátafelagnum Naddoddi, sum hevur samband við skiparan umborð.

Naddoddur skuldi upprunaliga fara avstað 19. august, men orsakað av vánaligum veðri hevur hann ligið á Tvøroyri, til hann setti kósina móti Norra seinnapartin í gjár.

Málið við ferðini er at royna at sigla teinin í opnum báti, júst sum víkingarnir gjørdu fyri meira enn 1000 árum síðan.

 

INNSLAG_-_Naddoddur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655