Marknagilsdepilin tekur skap

Marknagilsdepilin tekur skap
Landsverk skrivaði í gjár undir tveir sáttmálar fyri góðar 43 milliónir krónur í sambandi við byggingina av skúladeplinum við Marknagil
Tá skúladepilin við Marknagil er liðugur, fara eini 1300 næmingar at ganga har. Eftir ætlan letur hann upp í august 2016
 
25.09.2014 - 10:51

Annar sáttmálin er við føroysku fyritøkuna Demich um at seta upp luftskiftisskipan, og hin við danska felagið Brøndum International um VVS-arbeiðið til skúladepilin.

Sáttmálin við Demich er 21 miliónir krónur, og sáttmálin við Brøndum International 22,2 milliónir krónur.
- Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur, men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið, sigur Arne Debess Madsen, sum er verkætlanarleiðari á Landsverki.
Í løtuni eru eini hálvthundrað fólk til arbeiðis á byggiplássinum við Marknagil.

Skal kosta 515 mió
Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu.
Samlaða gólvvíddin er 19.500 fermetrar, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum.
Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 milliónir, íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328