Brasilski forsetin, Dilma Rousseff, í andróðri

Brasilski forsetin, Dilma Rousseff, í andróðri
Hon hevur ikki megnað at hildi framburði og búskaparvøkstri uppi og inflatiónini niðri
 
29.09.2014 - 10:25

Líkt er til at fólk í Brasil hava mist trúnna á, at sitandi forsetin í landinum, Dilma Rousseff, kann broyta búskaparligu gongdina í landinum, og tí er spenningur uppundir forsetavalið sum verður fimta oktober.

Brasil hevði stóra framgongd tey átta árini, da Silva, Lula var forseti í landinum, og búskaparvøksturin var uppí átta prosent um árið. Tað hevði við sær, at nógv fólk sum høvdu vánalig kor, fingu betri lív.

Tað var Lula sjálvur, sum mælti fólki til at velja Dilmu til forseta, og hon varð vald fyri átta árum síðani. Men hon hevur ikki megnað at halda búskaparliga framburðinum, og búskaparvøksturin í ár verður undir eitt prosent, og inflatiónin er methøg. 

Útlendskar íløgur

Meðan Lula var forseti í Brasil, fekk hann nógvar fyritøkur at gera íløgur í landinum, m.a. hava norskar fyritøkur gjørt íløgur fyri einar 40 milliardir kr. Tað hevði stóran týdning fyri Brasil, tá fíggjarkreppan tók seg upp.

Tá lækkaði landið skattin, og bakar læntu vinnulívinum pengar fyri lægri rentu enn vanligt. Tað vísti seg at hjálpa eina tíð, men so kom stígur í aftur.

Stríðsval

Dilma Rousseff stillar upp aftur til forsetavalið, men hon fær kapping frá tveimum øðrum, Marinu Silva úr osialistaflokkinum og tí liberala, Aecio Neves.

Hann heldur, at einasta loysn til framgongd er at skapa betri viðurskifti fyri vinnulívið. Neves er kortini væl aftanfyri báðar kvinnurnar í meiningakanningunum. Dilma Yousseff og Marina Silva liggja mestsum lið um lið. 

Marina Silva hevur ikki drúgvar royndir í politikki, men ráðgevar hennarar hava sett út í kortið, at vinnulívið má fáa betri umstøður, um gongd skal fáast á aftur brasilska búskapin. Líkt er til at stórur spenningur er uppundir brasilska forsetavalið, sum verður fimta oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262