Kanska spurd aftur um tunnil fyrst í desember

Kanska spurd aftur um tunnil fyrst í desember
Tey, sum eru avhoyrd í kanningini um privata Eysturoyartunnilin, biðin um at vera tøk 1. og 2.desember
Nógv skjøl eru at lesa hjá Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólki, sum kanna privatu verkætlanina um Eysturoyartunnilin.
 
08.10.2014 - 06:58

Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, hevur biðið Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, sum verða kannaðir, og hini, sum eru spurd um málið, um at seta kross í álmanakkan 1. og 2.desember.

Møguliga skulu tey hava fleiri spurningar frá kanningartoyminum. Verður neyðugt at spyrja meira, verður tað í Dómhúsinum í Havn 1. og 2.desember.

Ætlanin var eisini at spyrja Rune Bro Róin, stjóra í Copenhagen Infrastructure Partners, og Kurt Bardeleben, advokat, sum var ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum, um teir kunnu svara spurningum frá kanningarstjóranum. 

Enn er ikki greitt, um hetta verður av nøkrum.

Men verða teir báðir avhoyrdir, verður tað gjørt í Keypmannahavn. Eisini tær avhoyringarnar vera almennar.

Rune Bro Róin og Kurt Bardeleben vóru báðir virknir í málinum um Eysturoyartunnilin avgerandi dagarnar 24. til 28.juni í fjør.   

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928