Mascot sigldi á flúr við Kirkjubønes

Mascot sigldi á flúr við Kirkjubønes
Línuskipið varð í morgun tikið upp á sleipistøð, tí hol var undir botninum
Mynd: www.skipini.fo  
 
10.10.2014 - 17:12

Mascot sigldi heim úr íslendskum sjógvi, og var á veg inn á Toftir at landa, tá skipið rendi á ein flúr við Sveip á Kirkjubønesi. Hendingin fór fram nakað eftir klokkan 10 í fyrrakvøldið.

Reiðarin á Mascot, Jóhannus Martin Olsen, sigur við Kringvarpið, at manningin merkti, at teir bóru við okkurt, men tað bráðaði ikki frá nakrastaðni, og teir sóu heldur ongan skaða. Teir sigldu tí beint inn á Toftir at landa.

Boð eftir Tórshavnar Sløkkiliði

Á Toftum sendu teir ein kavara niður at kanna, um skaði var, og hann kundi staðfesta, at eitt lítið hol var undir botninum.

Mascot sigldi sjálvur til Havnar og varð í morgun tikin upp á skipasmiðjuna í Havn.

Har var sløkkiliðið tilreiðar við oljusperringum, so at tamarhald var á dálkingini, tá skipið var togað upp úr sjónum.

Boðaðu ikki frá

Hvørki MRCC, Fiskiveiðieftirlitið ella løgreglan vistu av, at Mascot hevði borið við land.

Spurdur, hví eingin boðar myndugleikunum frá hesum, sigur Jóhannus Martin Olsen, at tað var ikki neyðugt, tí vandi var ikki á ferð. Reiðaríið hevur tó boðað Tryggingini og Norsk Veritas frá óhappinum.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Skipaeftirlitinum, hvat tað fer at gera við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928