Afturkallar graskerkjarnur

Afturkallar graskerkjarnur
Heilsufrøðiliga starvsstovan kallar aftur tríggjar vørur við gras-ker-kjarnum tí pesticidrestir eru funnar í vørunum
 
16.10.2014 - 12:40

Talan er um hesar vørur:

Salatmix av slagnum Earth Control Nettovægt: 200 g Lotkota: PO040061

Græskarkerner naturel av slagnum Earth Control Nettovægt: 140 g Lotkota: PO040058

Salatmix m/frugt av slagnum Food Trends Nettovægt: 125 g Lotkota: PO040477

Vøran er seld í í føroyskum handlum.

Tað er virkið System Frugt A/S, Blomstervej 8, 8381 Tilst, ið afturkallar fruktina.

Ikki egnað til matna

Finsku matvørumynduleikarnir hava funnið pesticid'ið: isofenfosmethyl í vørunum. Hetta evni er ikki loyvt at nýta í framleiðsluni av graskerkjarnum.

Eisini er pesticid'ið malathion funnið omanfyri loyvda markvirðið í áðurnevndu vørum. At isofenfosmethyl er í vøruni ger at vøran verður mett ikki at verða egna til matna.

Heilsufrøðiliga starvsstovna mælir tí til, at vøran verður burturbeind ella latin aftur í handilin har hon er keypt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065