Fleiri fólk í Eysturkommunu

Fleiri fólk í Eysturkommunu
- Vit gleðast um vøksturin, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri
Jóhan Christiansen
Mynd: Savnsmynd  
 
19.10.2014 - 14:05

 

Fólkatalið í Føroyum veksur, og tað merkist í fleiri kommunum. 

Í Eysturkommunu er fólkatalið seinastu tólv mánaðirnar vaksið við 43 íbúgvum.

Hetta er, sambært tølum hjá Hagstovuni, størsti vøkstur í landinum eftir Tórshavnar kommunu, ið er tann størsta, og hagar flest fólk flyta. 

- Vit gleðast um at síggja vøkstur í kommununi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. 

Tølini hjá Hagstovuni siga, at 1.996 fólk búgva í Eysturkommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435