- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amagerbankin tyngir raksturin hjá BankNordik

Amagerbankin kostar BankNordik nógv. BankNordik hevði 44 mió. kr. í halli eftir skatt í seinasta ársfjórðingi í 2011.

Tað sigur íslendska greiningarfyritøkan IFS.

BankNordik kunnger roknskapin fyri 2011 um eina góða viku, tann 20.mars. IFS metir longu nú, at inntøkan hjá BankNordik í fjórða ársfjórðingi varð 190 mió. kr., men útreiðslurnar eru 12 milliónir størri enn inntøkan. IFS metir, at úrslitið hjá BankNordik alt árið í 2011 er bara 4,5 mió. kr. eftir skatt.

Tað er framvegis Amagerbankin, sum ávirkar úrslitið hjá BankNordik, sigur IFS. Greiningarfyritøkan vísir á, at danski búskapurin fer ikki at veksa nakað serligt í 2012. Arbeiðsloysið í Danmark er stórt, og donsk húsarhald royna at rinda skuldina niður og annars spara so nógv, tey kunnu, tí búskaparútlitini eru so óviss.

Eisini vísir IFS á, at donsk húsarhald hava hægstu skuld sammett við inntøku í OECD. Samstundis fellur prísurin á húsum framvegis. Tí væntar IFS, at virkisøkið hjá BankNordik í Danmark framhaldandi er avmarkað.