Eitt ungdómsbýráð skal stinga út í kortið

Eitt ungdómsbýráð skal stinga út í kortið
Í gjár varð skipað fyri kveikingardegi fyri næmingunum í framhaldsdeildini í Klaksvík, sum nú skulu skipa eitt ungdómsbýráð
 
25.10.2014 - 17:37

Tey ungu í framhaldsdeildini í Klaksvík sleppa nú at verða býráðspolitikarar ein dag um árið og samstundis siga teimum vaksnu býráðspolitikarunum greitt, hvat ungdómurin í býnum ynskir.

 

Býráðið í Klaksvík hevur gjørt av, at eitt ungdómsbýráð skal skipast í næstum og tað verður sett 10. desember. Henda eina dagin um árið taka tey ungu sætið í býráðnum á sama hátt sum teir vaksnu býráðspolitikararnir.

 

Í gjár skipaði Klaksvíkar Býráð fyri einum kveikingardegi í Badmintonhøllini. Næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki vóru við, og endamálið var at brynja tey tey til at skipa ungdómsbýráðið.

 

Formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvík, Jóhann Lutzen, sigur, at býráðið fer at lurta eftir teimum ungu og brúka so nógv av teirra hugskotum sum gjørligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065