Kærunevnd stevnd fyri at vilja flyta arbeiðsbýti

Kærunevnd stevnd fyri at vilja flyta arbeiðsbýti
Kappingarmyndugleikarnir góðtaka ikki, at Vinnukærunevndin leggur seg út í arbeiðsbýtið
Eik Banki kærdi avgerðina hjá Kappingareftirlitinum um at almannakunngera tøl hjá Eik.
 
27.10.2014 - 13:14

Kappingarmyndugleikarnir vilja ikki lata sær lynda, at Vinnukærunevndin skal avgera, hvussu Kappingareftirlitið og Kappingarráðið býta arbeiðið millum sín.

Tí er Føroya rættur nú biðin um at avgera trætumálið um frágreiðingina um umsitingargjaldið fyri realkredittlán hjá bankunum í Føroyum.

Vinnukærunevndin sigur, at Ráðið, ikki Eftirlitið, eigur at avgera, um tøl og aðrar upplýsingar hjá bankunum skulu almannakunngerast:     

Fyri at bróta fyrningarfreistina hevur Kappingareftirlitið stevnt Vinnukærunevndini.

Eftirlitið ikki ráðið

Kappingareftirlitið góðtekur ikki, at Vinnukærunevndin sigur, at Kappingarráðið, ikki Kappingareftirlitið, skal avgera, um allar upplýsingar í kanningini hjá Kappingareftirlitinum um umsitingargjaldið fyri realkredittlán í føroysku bankunum skulu almannakunngerast.

Eik Banki kærdi avgerðina hjá Kappingareftirlitinum til Vinnukærunevndina.

Vinnukærunevndin avgjørdi tann 28.august at senda Kappingareftirlitinum málið aftur til nýggja viðgerð, tí Kappingarráðið, ikki Kappingareftirlitið, eigur at avgera, um øll frágreiðingin “Realkreditt í Føroyum - frágreiðing um umsitingargjaldið fyri realkredittlán” skal almannakunngerast við øllum tølum og upplýsingum frá bankunum.. 

Kappingareftirlitið gjørdi tað sama, bað Vinnukærunevndina viðgera málið av nýggjum, tí ivamál var um gegnið hjá forkvinnuni í nevndini, og tí avgerðin hjá nevndini var, sambært Kappingareftirlitinum, skeiv.

Seinni bað Kappingarráðið eisini Vinnukærunevndina viðgera málið av nýggjum. Kappingarráðið vil ikki broyta galdandi arbeiðsskipan hjá kappingarmyndugleikanum.

Arbeiðsbýtið

Kappingarráðið fer ikki at broyta galdandi arbeiðsskipan og taka avgerð um trúnaðarupplýsingar sambært kappingarlógini. Avleiðingin av tí vildi verið, at virksemið hjá kappingarmydugleikanum í framtíðini fer at vera óneyðuga darvað, umsitingarliga kostnaðarmikið og ikki samsvarandi siðvenju og arbeiðsbýtinum, sum er ásett í lóg og kunngerðum. 

14.oktober svarar Vinnukærunevndin, at hon viðger ikki málið aftur. 

Fyri at bróta fyrningarfreistina, sum er átta vikur eftir 28.august, tá Vinnukærunevndin tók fyrru avgerðina, hevur Kappingareftirlitið nú stevnt Vinnukærunevndini.      

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527