Video: Her spreingist NASA-rakett

Video: Her spreingist NASA-rakett
Ein ómannað rakett, ið skuldi sendast upp til International Space Station, sprongdist stutt eftir at rakettin varð skotin út í Virginia týskvøldið
Ein rakett hjá NASA sprongdist fá sekund eftir at rakettin varð skotin út týskvøldið. Eingin fólkaskaði stóðst av spreingingini
Mynd: Skíggjamynd/NASA/YouTube

29.10.2014 - 15:55

Umborð á rakettini vóru 2.200 kilo av ymiskari útgerð, ið skuldi flúgvast upp til tey seks fólkini, ið dagliga starvast umborð á International Space Station - ISS.

Hóast fitt av fólki var komið saman at forvitnast, tá rakettin varð skotin út týskvøldið, stóðst kortini eingin fólkaskaði av spreinginini, sigur ein talsmaður hjá NASA við BBC.

- Nú skulu kanningar gerast, so greiða kann fáast á, hví rakettin sprongdist, tá hon varð skotin út, sigur Frank Culbertson, varaleiðari fyri Orbital Sciences, ið hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av International Space Station.

Upprunaliga ætlaði NASA, at rakettin skuldi skjótast upp mánadagin. Tær ætlaninar vórðu kortini sleptar og útsettar, tí ein stuttleikabátur var staddur innanfyri ásetta trygdarøkið í Virgina, har rakettin varð skotin upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098