Seta bæði kærir og stevnir Løgmansskrivstovuni

Seta bæði kærir og stevnir Løgmansskrivstovuni
Ógegnið er kært til Løgtingsins umboðsmann, og avgerðin um veiðiloyvið hjá Anitu er á veg í Føroya rætt
Anita noyðist at gevast at fiska undir Føroyum 1.november.
 
30.10.2014 - 10:14

Partafelagið Seta, sum eigur garnaskipið Anitu, letur sær ikki lynda, at løgmaður hevur tikið loyvini at fiska FRÁ Anitu.

Sakførarin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther, er í ferð við at skriva stevning, har hann fer at krevja, at landsstýrið og Løgmansskrivstovan verða dømd at viðganga, at avgerðin um veiðiloyvið er tikin av órøttum.

Eisini verður endurgjaldskrav við í stevningini. Hvussu stórt tað verður, ber ikki til at siga enn.

Kært til Umboðsmannin 

Jens Andrias Vinther sigur, at hann hevur longu sent Løgtingsins umboðsmanni kæru um gegnið hjá Løgmansskrivstovuni at taka avgerðina um Anitu.

Jens Andrias Vinther sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið

Tí áttu løgmaður og Løgmansskrivstovan at víst málsviðgerðini til annan myndugleika, sigur sakførarin hjá P/f Seta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852