Óvissa um yvirtøku av útlendingamálum

Óvissa um yvirtøku av útlendingamálum
So leingi føroyskir myndugleikar ikki eru góðkendir sum Schengen-marknaeftirlit, verða útlendingamál ikki yvirtikin
 
04.11.2014 - 17:12

Ymsar royndir eru gjørdar, men tær hava ikki borið á mál. Millum annað hava føroysku flutningsfeløgini víst aftur, at Føroyar gerast triðjaland mótvegis Schengen-londunum, tí alt verður dýrari og torførari.

Síðan 2009 hevur polittisk avtala verið ímillum Føroyar og Danmark um, at útlendingaøkið skal yvirtakast. Arbeitt verður støðugt í landsstýrinum við at yvirtaka málsøkið, sæst í einum yvirliti sum umsitingin í Tinganesi hevur gjørt.

Av tí at útlendingaøkið og marknaeftirlitið eru knýtt saman, má spurningurin um marknaeftirlitið loysast fyrst. Og talan er serliga um trupulleikar, tá talan er um Schengen avtaluna.

Gjørdu eina roynd í 2010

Føroyar eru ikki við í Schengen, men Schengen londini hava góðtikið at marknaeftirlitisavtalurnar eisini fevna um Føroyar. Tað er politiið - ein danskur myndugleiki - sum umsitur marknaeftirlitið.

Í mai í 2010 gjørdust Landsstýrið og Integrationsministeriet samd um eitt avtaluuppskot millum landsstýrið og donsku stjórnina um marknaeftirlitið í Føroyum.

Uppskotið varð lagt fyri Schengen myndugleikum við atliti til at føroyskir myndugleikar blivu góðkendir av Schengen samstarvinum sum Schengen marknaeftirlit.

Avtalan kundi ikki góðkennast

Schengen myndugleikarnir kundu ikki uttan víðari góðkenna avtaluna og góðkenna føroyskar myndugleikar sum Schengen marknaeftirlit. Síðan hevur verið tingast um eina loysn, men enn er stórt sæð ikki komið úr stað, stendur í yvirlitinum frá mumsitingini í Tinganesi.

Umhugsað hevur verið at lata Føroyar gerast eitt triðjaland í mun til Schengen londini. Tað vil siga, at vit tá ið vit fara til og úr Danmark og øðrum norðurlondum skulu gjøgnum triðjalands passeftirlit við meira.

Feløgini sum flyta til og úr Føroyum, fingu uppskotið til ummælis, og svarið var, at ein skipan har Føroyar gerst triðjaland fer at geva teimum torførari, dýrkandi og kappingaravlagandi treytir at virka undir. Tí varð tann møguleikin meira ella minni sleptur.

SÍ EISINI Schengen fyrst - síðani yvirtøkan

Tí bíðar yvirtøkan av útlendingamálinum eftir at føroyskir myndugleikar verða góðkendir sum Schengen marknaeftirlit. Ætlanin er, at føringar saman við dønum leggja eina samráðingargongd til rættis sum kann tryggja føroyskar Schengen góðkenning.

Schengen avtalan er ein avtala ímillum nógv europeisk lond, serliga londini í ES, sum onnur lond so hava knýtt seg uppí. Talan er um samskifti og upplýsingar um ávís fólk og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221