Serlæknar vilja hava nýggjan sáttmála

11.11.2014 - 08:00
Innlendis›Samfelag
Serlæknar vilja hava nýggjan sáttmála
Galdandi sáttmáli er gamal og ótíðarhóskandi, sigur felagið

Serlæknafelag Føroya vil hava nýggjan sáttmála við Heilsutrygd, tí galdandi sáttmáli er gamal og ótíðarhóskandi. Men gongur seint at fáa nýggjan sáttmála.

Tað sigur Hans Jákup Simonsen, formaður í Serlæknafelag Føroya.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, boðaði sunnudagin fra, at hann ætlar sær at kanna útreiðslurnar til privata serlæknaviðgerð, og Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd, sigur, at neyðugt er at broyta sáttmálan millum Serlæknafelagið og Heilsutrygd, so tað verður lættari at stýra útreiðslunum til privata serlæknaviðgerð.

Serlæknafelagið fer nú at kanna møguleikarnar og umstøðurnar hjá serlæknunum, og hvussu útlendskir sáttmalar eru, og síðani fer felagið at gera eitt upplegg til ein sáttmála.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129