Rok í Íslandi um norskar byrsur

Rok í Íslandi um norskar byrsur
Noreg hevur latið Íslandi 150 maskinbyrsur sum gávu til íslendsku løgregluna
 
11.11.2014 - 10:42

Rok er í Íslandi í sambandi við, at íslendska løgreglan hevur fingið 210 Heckler & Koch MP5-maskinbyrsur frá norska herinum.

Sambært íslendska sjeff-politiinspektørinum, Jónas F. Bjartmars, sendi norski herurn Íslandi í fjør summar 60 maskinbyrsur, og tær vórðu keyptar fyri marknaðarprís. 

150 maskinbyrsur eru á veg úr Noregi til Íslands, og tær eru gáva frá norsku løgregluni. Men Ísland rindar flutningsgjaldið. 

Ætlanin er, at byrsurnar skulu býtast út til allar politibilar í landinum. Sum er, bera íslendsk løgreglufólk ikki vápn.

Eitt av hjálparfólkunum hjá íslendska forsætisráðharranum, David Sigmund Gunnlaugsson, - Jóhannes Tór Skúlason, hevur skrivað á Facebook, at maskinbyrsurnar eru gáva frá Noregi. 

Forsætisráðharrin skemtar

Forsætisráðharrin skemtaði seinni við hesum eisini á Facebook, - at summi mugu venja seg at skjóta fyrst, og spyrja seinni...., serliga tá tað snýr seg um maskinbyrsur.

Hetta kemur alt óvart á altingslimir. Tey hava onga kunning fingið um ætlaninar hjá íslendsku løgregluni um at bera slík vápn, og tí høvdu tey heldur ikki havt høvi at kjakast um spurningin.

Ein Facebook-vangamynd er nú stovnað, sum eitur: Send byrsurnar aftur, og higartil hava meira enn 5.000 fólk dámað síðuna, skrivar Fréttablaðið.

Reykjavík hevur leingi verið í tøttum samstarvi við norska høvuðsstaðin, Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961