Føroyingar vunnu fimm heiðursmerkir í DM

Føroyingar vunnu fimm heiðursmerkir í DM
Tað gekk væl á fyrsta degnum í Danmarkarmeistarakappingini á stuttgeil. Føroyskir svimjarar vunnu tilsamans fimm heiðursmerkir.
 
21.11.2014 - 08:31

Fyrstu finalurnar vóru í gjárkvøldið í donsku meistarastevnuni á stuttgeil. 

Úrtøkan hjá føroyingum var góð. Trý gull- og tvey bronsuheiðursmerki komu í hús. 

Magnus Jákupsson vann gull í bæði 100 metur blandaðari svimjing og í 100 m. ryggsvimjing. Hann vann eisini bronsu í 50 m. frí.

Pál Joensen vann gull í 400 m. frísvimjing. Frans Johannesen vann bronsu í somu kapping.

Kappingin heldur fram í dag, og hon er liðug sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026

Meira um sama evni