Undirsjóvartunlarnir skulu ikki skuldarbindast til aðrar íløgur

Undirsjóvartunlarnir skulu ikki skuldarbindast til aðrar íløgur
Borgarstjórar í Vágum og Norðoyggjum krevja, at tað verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, tá teir eru niðurgoldnir

24.02.2012 - 10:50

Borgarstjórar í Vágum og Norðoyggjum mótmæla, at Vágatunilin og Norðoyatunnilin verða nýttir at skuldarbinda aðrar íløgur í landsvegakervinum.

Teir siga, at undirsjóvartunlarnir kundu bert gerast veruleiki, tí brúkararnir átóku sær at gjalda bummgjald.

- Tí er tað eitt álvarsligt álitisbrot móti tí fólki, sum búleikast og rekur vinnur í landspørtum okkara, tá tað nú frættist, at landspolitikarar tosa um at skuldarbinda undirsjóvartunlarnar til aðrar íløgur í landsveganetið, siga borgarstjórarni í opnum brævi til løgtingið.

Teir vísa á, at tað eisini var ein avgjørd fortreyt, tá verkætlanirnarnir vórðu framdar, at bummgjøldini halda uppat, tá íløgan er niðurgoldin.  Allar íløgur í Vágum og Norðoyggjum hava síðani verið gjørdar út frá hesum fortreytum, verður sagt.

Borgarstjórarnir siga, at tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verða brúkt til annað enn at niðurgjalda skuldina í hesum báðum tunlum.

Borgarstjórarnir, sum hava skrivað undir brævið til løgtingið, eru Albert Ellefsen fyri Vága kommunu, Sune Jacobsen fyri Sørvágs kommunu, Gunvá við Keldu fyri Klaksvíkar kommunu, Katrin Næs fyri Hvannasunds kommunu, Hans J. Kallsberg fyri Viðareiðis kommunu, og John Damberg fyri Kunoyar kommunu

Mynd: Teir seks borgarstjórarnir, sum hava skrivað opið bræv til løgtingið um ikki at skuldarbinda undirsjóvartunlarnir til aðrar íløgur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107