- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri stuðul tá skip liggja
Størri stuðul tá skip liggja
Fiskimenn fara nú at fáa fleiri pengar, tá skip teirra vera løgd til umvælingar

Fiskimenn fáa skjótt størri stuðul, tá skip teirra eru til umvælingar.
21.10.2026 - 06:21
Fiskimenn fara nú at fáa fleiri pengar, tá skip teirra vera løgd til umvælingar.
Nú fáa fiskimenn arbeiðsloysisstuðul, tá skipið hevur ligið í 30 dagar.
Tað skal broytast til 15 dagar.
Stuðul skal latast fyri í mesta lagi 90 dagar í sambandi við hvørja umvæling.
Nú er talið 60 dagar.
Almanna- og Bústaðamálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá skip teirra vera løgd til umvælingar.
Galdandi kunngerð er frá 2009.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























