Krevur fund um siglingina út í Hest

Krevur fund um siglingina út í Hest
Siglingin verður skorin so nógv, at tað verður ikki livandi í oynni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
 
26.11.2014 - 09:28

Tað er ikki bara siglingin millum Gomlurætt og Skopun, sum verður skerd fyrsta dagin.

Siglingin út í Hest verður eisini skerd, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, krevur nú at fáa fund við strandferðslustjóran og landsstýrismannin í samferðslumálum beinan vegin.

Túrarnir hjá Teistanum út í Hest klokkan 14.30 týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag verða strikaðir, og postrutan klokkan 8.45 verður tilkalling. 

Ikki livandi í oynni

Heðin Mortensen sigur, at longu áðrenn Sandoyartunnilin kemur, og almenna siglingin út í Hest harvið verður niðurløgd, verður siglingin skorin so inn á bein, at tað verður ikki livandi í oynni. 

- Sum er sova fleiri fastbúgvandi ikki í oynni, tí tað er púra vónleyst at koma aftur og fram sama dag. Tí er tað so ómetaliga einfalt - skulu fólkini fáast at búgva fast í Hesti, er trupulleikin stórt sæð loystur við eini tilkalliskipan. Sum eina roynd heitti eg á Strandferðsluna og landsstýrismannin um skjótast at finna eina loysn, men her er eingin hjálp at heinta, sigur Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558