BankNordik fer at kappast um pensjónir

02.12.2014 - 13:37
InnlendisSamfelag
BankNordik fer at kappast um pensjónir
Aðalmálið hjá NordikPensjón er at veita hægri pensjón við lægri gjøldum og bíligari umsiting

BankNordik leggur seg nú av álvara útí kappingina á pensjónsøkinum.

Og bíligari tryggingar og umsiting, skulu gera, at fólk hava meir eftir, tá tey fara frá við eftirløn.

BankNordik hevur stovnað NordikPensjón, har aðalmálið er at veita eina hægri pensjón við lægri kostnaðum til tryggingar og umsiting.

BankNordik fer undir at veita bólkatryggingar frá størsta danska veitaranum, Forenede Gruppeliv. NordikPensjón brúkar á henda hátt stórrakstrarfyrimunir til at fremja eina munandi lækking av kostnaðunum fyri lívstryggingar knýttar at pensjónsuppsparingini.

Hoyr Hans Peter Clementsen, leiðara í NordikPensjón, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457