Barnaískoytið hækkar næsta ár

Barnaískoytið hækkar næsta ár
Hækkingin fer, sambært Almannamálaráðnum, at kosta landskassanum fýra milliónir krónur í 2015
Tingið fer í dag at samtykkja at hækka barnaískoytið
 
04.12.2014 - 07:57

Barnaískoytið hækkar 843 kr. um ársfjórðingin næsta ár. Tað fer løgtingið at samtykkja í dag.

Tvey uppskot um júst tað sama komu í løgtingið 30.september, annað frá teimum fýra andstøðuflokkunum, og hitt frá landsstýriskvinnuni í almannamálum. 

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum mælir til at samtykkja at hækka barnaískoytið, so tað verður 2.500 kr. um ársfjórðingin. Barnaískoytið verður latið einsamøllum uppihaldarum, sum við lógarbroytingini fáa 3.412 kr. meira fyri hvørt barnið næsta ár enn í ár. 

Kostar fýra mió. kr.

Hækkingin fer, sambært Almannamálaráðnum, at kosta landskassanum fýra milliónir krónur í 2015.

Serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar kom 1.september í 2008. Tá var ískoytið 6.000 kr. um árið fyri hvørt barn. Í ár er barnaískoytið 6.588 kr., og næsta ár fer tað upp í 10.000 kr.  
     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167