SEV vann vindmyllustríð

SEV vann vindmyllustríð
SEV hevur fingið viðhald í kærumálinum móti smápartafelagnum Røkt um at sleppa at seta vindmyllur upp í Neshaga. Sostatt verður tað nú SEV, sum fær framleiðsluloyvi til at seta tríggjar nýggjar vindmyllur upp í Neshaganum, ytst á Ey
Í august mánað fer SEV undir at seta tríggjar nýggjar vindmyllur upp í Neshaga ytst á Eystnesi

19.02.2012 - 10:14

Smápartafelagið Røkt, sum eisini søkti um at sleppa at seta vindmyllur upp í Neshaga, kærdi avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum í fjør, sum gav SEV loyvi at seta myllurnar upp. Síðani hevur málið verið viðgjørt í Vinnukærunevndini.

Vinnukærunevndin hevur nú staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, um at SEV var vinnari av fyrsta vindútboði gjørt sambært nýggju elveitingarlógini.

Stjórin í SEV fegnast um avgerðina

"Vit fegnast um, at kærumálið er liðugt og síggja við spenningi fram til at seta nýggju vindmyllurnar upp sum skjótast", sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV við heimasíðuna hjá SEV.

31. januar í ár  skrivaði SEV undir treytaðan sáttmála við týska vindmylluframleiðaran ENERCON.

Avtalað er, at tríggjar vindmyllur á 900 kW koma til landið og verða settar upp í Neshaga í august í ár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873