Spyr um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum

Spyr um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum
Hanus Samró, løgtingsmaður, sigur, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum ger, at teir hava ilt við at gera útbúgvingina lidna
 
04.12.2014 - 15:19

Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum.

Hann sigur, at mangt bendir á, at einligir pápar, sum lesa, hava ilt við at gera útbúgvingina lidna, tí teir skulu gjalda fleiri túsund krónur um árið í barnapengum, men fáa ikki fíggjarliga ágóða frá landinum. Tað er óheppið fyri einligu páparnar undir útbúgving, at teir standa við stórari skuld, tá teir eru lidnir við útbúgvingina, sigur Hanus  Samró.

Hann spyr Anniku Olsen, um hon heldur, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum undir útbúgving er nøktandi, og um hon ætlar at bøta korini hjá teimum. Hanus Samró spyr eisini, um landsstýriskvinnan kann útgreina fíggjarstøðuna hjá einligum mammum og einligum pápum við tveimum børnum, har bæði lesa. 

 

Meiri verður at frætta um hetta evnið í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847