Kinverjar royna at loysa stríðið í Sýria

Kinverjar royna at loysa stríðið í Sýria
Kinverski varauttanríkisráðharrin er farin til Sýria í eini roynd at steðga bardøgunum í landinum.

18.02.2012 - 11:04

Kinverjar gera eina roynd at steðga bardøgunum í Sýria.

Tað skriva ritzau og Reuters.

Kinverski varauttanríkisráðharrin, Zhai Jun, kom í gjár til Damaskus at fundast við sýriska forsetan, Bashar al-Assad.

Kinverski ráðharrin segði millum annað fyrr í dag, at Beijing ætlar at koma við eini veruligari loysn.

Her sipar hann ivaleyst til samtyktina, sum ST-aðalfundurin samtykti herfyri um at heita á Assad um at steðga harðligu viðferðina mótvegis 11 mánaðar langa uppreistrinum og fara frá sum forseti.

Kina saman við Russlandi ímóti ST-samtyktini, tí kinverjar halda, at sýriubúgvar sjálvir skulu loysar trupulleikarnar uttan boðum úr útlandinum.

Samstundis halda bardagarnir í Sýria fram.

Sýrisk stjórnarherlið halda fram við at bumba uppihaldsstøð hjá andstøðuni í býnum Homs, sum hevur havt ein týðandi leiklut í ófriðinum í landinum.

Mannarættindafelagsskapir meta, at álopini móti Homs seinastu tvær vikurnar hava kosta 400 fólkum lívi. Ein lækni í býnum sigur, at upp móti 1800 fólk eru løstað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254