Breiða samstarvið av ongum í Grønlandi

Breiða samstarvið av ongum í Grønlandi
Siumut, Atassut og Demokratarnir skipaðu í gjár samgongu í Grønlandi við 17 tinglimum móti 14. Harvið bleiv einki breitt samstarv í Grønlandi
Mynd: Leiff Josefsen, Sermitsiaq.ag  
 
05.12.2014 - 05:14

Fólkið ynskti eitt breitt samstarv millum stóru flokkarnar Siumut og IA. Eitt breitt samstarv, ið skuldi endurreisa álitið á politisku skipanina í Grønlandi. 

Men tað varð av ongum, tí í gjár skipaðu Siumut, Atassut og Demokratarnir samgongu í Grønlandi. 

Siumut fær fimm landsstýrismenn, meðan Atassut og Demokratarnir fáa hvør sínar tveir. 

Til valið 28. november fekk Siumut 11 tingsessir, Demokratarnir 4, meðan Atassut fekk tveir. Samgongan hevur sostatt 17 tingfólk aftanfyri seg í Landstinginum, Naalakkersuisut, meðan andstøðan hevur 14. 

Lítið er at ivast í, at Kim Kielsen, formaður í Siumut, verður nýggjur landsstýrisformaður í Grønlandi. 

Sí grein um samgonguna í Sermitsiaq HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328