Løgmaður fegnast um búskaparliga framburðin

Løgmaður fegnast um búskaparliga framburðin
Føroyingar hava arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni, sum framvegis tyngir londini uttan um okkum, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 09:58

Løgmaður var bjartskygdur um støðu Føroya, nú farið verður inn í eitt nýtt ár.

Fólkatalið er vaksið, arbeiðsloysið er lágt og bruttotjóðarúrtøkan veksur, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Fleiri arbeiða í privata vinnulívinum, samlaðu lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa, og útflutningurin er stórur. Føroyingar hava tíbetur arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni, sum framvegis tyngir londini uttan um okkum, segði løgmaður.

Í 2014 eru 600 fleiri fólk enn í 2013, og tað segði løgmaður seg fegnast um.

Vit síggja, at fleiri lesa í Føroyum, og tað er gleðiligt, tí eitt vælútbúgvið, arbeiðssamt og framskygt fólk er lykilin til framgongd, segði løgmaður í nýggjársrøðuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097