SEV brúkti umleið 770 tons meir av olju á Sundsverkinum

SEV brúkti umleið 770 tons meir av olju á Sundsverkinum
Eftirspurningurin eftir streymi er vaksin 6,5 prosent í fyrra hálvári í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta ger, at SEV brúkar meir og meir av olju í framleiðsluni
Mynd: Savnsmynd  
 
21.07.2026 - 18:44

Grøna elframleiðslan er vaksin 10 prosent fyrra hálvár í ár, samanborið við fyrru hálvu í fjør, staðfestir SEV í frágreiðing.

Men samstundis veksur eftirspurningurin eftir streymi so mikið, at SEV brúkti umleið 770 tons meir av olju á Sundsverkinum enn sama tíðarskeið í fjør. 

Heri Mortensen er deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

 

Eftirspurningurin eftir streymi er vaksin 6,5 prosent í fyrra hálvári í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta ger, at SEV brúkar meir og meir av olju í framleiðsluni, sigur Heri Mortensen er deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:
 

1823474

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717