Oljunýtslan skal minka 45.000 tons um árið

Oljunýtslan skal minka 45.000 tons um árið
Oljufýrini í Føroyum, tey eru okkurt um 20.000 í tali, brenna 60.000 tons av olju um árið. Jarðfeingiið mælir til at brúka alternativa orku
Jarðfeingi vil minka oljunýtsluna í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
02.01.2015 - 13:37

Orkan í allari hesari oljuni svarar til dupult so nógv sum elorkan, sum varð gjørd í Føroyum í fjør. 
Tað sigur Jarðfeingi í einari støðulýsing, sum eitur Føroyar á grønari kós. 
Sambært almenna umhvørvis- og orkupolitikkinum skal oljunýtslan minka minst 20 prosent, 45.000 tons um árið, næstu árini.
Jarðfeingi mælir til at brúka avlops vindorku til at pumpa vatnið niðan, so tað kann brúkast í vatnorkuverkum.     
Vindpumpuskipanir eiga at verða bygdar sum skjótast, sigur Jarðfeingi. 
Harafturat ber til at fáa nógv meira burtur úr vatnorku við at hækka byrgingarnar nakrar metrar.  
Aðrir møguleikar ar sleppa undan oljuni eru sólorka, sjóvarfalsorka, alduorka og bjálving. 
Sólsellur eru vorðnar so nógv bílígari seinastu árini, at sólorka er kappingarfør við olju.  
Kanningar eiga alt fyri eitt at verða gjørdar, hvussu sólorka best kann útbyggjast í Føroyum, sigur Jarðfeingi. 
Men tað verður trupult at fáa lønandi orkuframleiðslu úr sjóvarfallinum í Føroyum í bræði, sigur Jarðfeingi eisini.
Og alduorka er heldur ikki á gáttini. Fyri nøkrum árum síðan vóru ætlanir um at gera alduorkuverk á Vágoynni. 
Neyðuga fíggingin fekst ikki til vegar. Tá havt verður í huga, at tøknin framvegis ikki er ment, var tað helst best, at farið varð ikki víðari við teirri verkætlanini tá.
Men torført er at finna loysnir, so sleppast kann undan oljunýtsluni hjá skipum, ásannar Jarðfeingi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118