Lutakast um makrelloyvi

Lutakast um makrelloyvi
Týsdagin klokkan 14.00 verður lutakast á skrivstovuni hjá Vørn í Havn. Lutakastið verður millum 37 skip um átta makrelloyvi í ES sjógvi í 2015.
37 skip vilja sleppa at fiska makrel, men einas 14 skip selppa út í senn.
Mynd: Savnsmynd  
 
04.01.2015 - 12:06

Bara 14 skip sleppa at fiska makrel í senn, men nógv fleiri vilja hava makrelkvotur. Tí sær Vørn ongan annan útveg enn at kasta lut millum skipini, sum hava søkt.

Tey seks nótaskipini hava tó framíhjárætt, og sleppa tey øll á listan, sum ES skal góðkenna. 

Avgerðin um lutakast um raðfylgjuna hjá skipunum er tikin, tí nógv fleiri umsóknir enn tey átta loyvini, sum kunnu latast afturat loyvunum hjá nótaskipunum eru komnar. 
Og Vørn metir ikki, at serligar treytir lógliga kunnu setast teimum, sum hava søkt, treytir, sum kundu sáldað skip frá.

Skipini fáa loyvi til ein túr í senn í ES sjógvi eftir raðfylgjuni, sum lutakastið gevur. 
Higartil eru umsóknir komnar um 37 skip, men fleiri kunnu leggjast afturat, tí Vørn upplýsir, at freistin at søkja er til á midnátt í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655