Ávarar suðringar um illveður

Ávarar suðringar um illveður
Sýslumaðurin í Suðuroy mælir fólki frá at ferðast millum bygdir í illveðrinum
Fólk mugu vísa umhugsni, tá tey ferðast uttandura og bara at ferðast millum bygdir, um tað er hægst neyðugt, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy
 
12.01.2015 - 10:31

- Tað er av ringasta veðri í Suðuroy í løtuni og tí mugu fólk vísa størsta varsemi, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy.

Serliga á Porkerishálsi og Krambatanga er ringt veður. Landsverk boðaði fyrr í morgun frá, at tað vóru 40 metrar um sekundið á Porkerishálsi og 36 m/s á Krambatanga.

Sýslumaðurin í Suðri biður fólk vísa umhugsni, tá tey ferðast uttandura og bara at ferðast millum bygdir, um tað er hægst neyðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655