Bíða eftir svari úr Mentamálaráðnum

Bíða eftir svari úr Mentamálaráðnum
Sjey mánaðir eftir at Sunda kommuna sendi umsókn um at skipa teir fimm skúlarnar í ein skúla, hevur kommunan enn ikki fingið svar úr Mentamálaráðnum
Sunda kommuna sendi fyri sjey mánaðum síðan Mentamálaráðnum umsókn um at leggja teir fimm skúlarnar í kommununi saman í ein skúla. Ráðið hevur ikki svarað kommununi enn
 
13.01.2015 - 08:41

Seinni í vikuni eru sjey mánaðir síðani, Sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum umsókn um at skipa teir fimm skúlarnar í kommununi í ein felags skúla við einari leiðslu fyri allar næmingar í kommununi. Og Sunda kommuna bíðar enn eftir svari úr Mentamálaráðnum, skrivar Skúlablaðið.

Á býráðsfundi 16. juni í fjør varð einmælt samtykt at leggja teir fimm skúlarnar í kommununi saman í ein skúla við einari leiðslu. Skúlin verður á Oyrarbakka og skipaður sum skúladepil.

Skúlin skal eita Skúlin við Streymin. Men loyvi krevst frá Mentamálaráðnum til slíka samanlegging. Umsóknin fór hagar 17. juni. Og svar er ikki komið, sigur Jógvan Kruse, fíggjar- og fyrisitingarleiðari hjá Sunda kommunu, við Skúlablaðið.

Sunda kommuna undrast

Av tí at Mentamálaráðið ikki hevur svarað Sunda kommnunu, hevur býráðið avgjørt ikki at brúka pengar til fyrireikingar, eitt nú prosjektering og tekningar og útgrevstur. Tað undrar tey í Sunda kommunu, at svar ikki kemur úr Mentamálaráðnum.

Jógvan Kruse sigur við Skúlablaðið, at Sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum umsóknina, áðrenn Mentamálaráðið góðkendi umsóknirnar frá Klaksvíkar kommunu og Tórshavnar kommunu um skúlasamanleggingar.

Klaksvíkar kommuna hevur sett spakan í, og Tórshavnar kommuna hevur longu skipað samanløgdu skúlarnar undir eina leiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815