Trupult, men vit skulu vinna

Trupult, men vit skulu vinna
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari sær ljóst uppá uppgávuna á Malta í apríl til undan undankappingina til EM 2017
 
19.01.2015 - 15:33

Hesir dystirnir eru altíð truplir, men vit skulu bert hugsa um at vinna okkara dystir. Soleiðis sigur høvuðsvenjarin hjá føroyska landsliðnum hjá kvinnum, Jón Pauli Olsen.


Tað hevur bert eydnast A-landsliðnum hjá kvinnum einaferð at spæla seg víðari frá eini undan undankapping. So søgan talar ikki fyri at tað fer at bera til.
Men tølini á styrkislistanum tala í stóran mun fyri at Føroyar eru sterkasta landið, og tískil áttu at vunnið á mótstøðulondunum. 

Sí úrstlitið frá lutakastinum og meira um móstøðuna her : http://kvf.fo/greinar/2015/01/19/eru-sterkasta-landid-i-undan-undankappingini

EM truplari enn HM 

Jón Pauli Olsen heldur at undan undankappingin til EM er truplari enn til HM. Hetta er serliga tí at nú sleppur bert eitt land víðari frá hvørjum bólki, sum bert eru tveir í tali.

Tá Jón Pauli Olsen, saman við landsliðnum spældi seg víðari til HM undankappingina, so sluppu tvey lond víðari frá hvørjum bólki.  Føroyar vunnu bólkin við sjey stigum. 

Hava vant í allan vetur

Dystirnir á Malta eru í apríl mánaði, stutt eftir at landskappingin er byrjað. 

Fyri at vera so væl fyri, sum møguligt er neyðugt at halda kvinnurnar til venjing í allan vetur. 

Vit hava havt eina landsliðsvenjing um vikuna í allan vetur sigur Jón Pauli Olsen, um fyrireikingarnar til Malta. Hann leggur afturat, at kvinnurnar vandu á Tórsvølli, tá A-landsliðið hjá monnum vann á Grikkalandi søguliga dagin í Piræus. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290