- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin sól
Ongin sól
Ungfólk undir 18 ár fara í framtíðini ikki at sleppa at taka sól.

ung undir 18 ár fara ikki at sleppa at taka sól
22.01.2015 - 08:47
Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Karsten Hansen, hevur lagt uppskot fyri tingið, um at bannað ungum undir 18 ár at taka sól.
Sambært uppskotinum skal ikki verða loyvt at selja solariumsól til kosmetiskt endamál til fólk, ið eru yngri enn 18 ár.
Eisini fer lógin at forða almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál, og almennir stovnar fara heldur ikki at hava loyvi til at leiga hølir til vinnurekandi, ið ætla at hava sólsølustað í hølunum.
Tingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum fimta februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























